Í september bleiv havnarmaðurin Terji Mohr útbúgvin filmsleikstjóri á filmsskúlanum Super16.
Frumsýning var í Empire Biografinum herfyri, har allir filmarnir hjá nýútbúnu filmsfólkunum vórðu vístir, og nú eru allir filmarnir so blivnir tøkir á DR TV.
Filmurin hjá Terja Mohr eitur King Crocodile.
Filmurin snýr seg um Kenneth, sum kempar við at passa inn í sínum arbeiðsplássi á einum djóragarði. Men tað fellir tó Kenneth lættari at vera saman við krokodillunum heldur enn fólkunum – og ikki minst Sofie, sum hann hevur gott eyga á.
Tá arbeiðsplássið eitt kvøldið hevur veitslu, kemur ein onnur síða av Kenneth fram...
Hygg at filminum HER.
Filmurin hjá Terja Mohr og hinir Super16-filmarnir eru tøkir á DR TV inntil 18. november.
Weekendavisen hevur skrivað eina grein um filmarnar hjá teimum nýútbúnu frá Super16, og hon kann lesast HER - um tú hevur hald.
##med2##