Norski laksamarknaðurin í Kina vaks við heili 12 prosentum í 2024.
Tað veit Sigmund Bjørgo, sum starvast við sølu av norskum laksi í Kina, at siga, og hetta sigur hann sjálvur í einari dagføring á LinkedIn.
Norski miðilin, iLaks, endurgevur eisini laksaseljaran.
Sølumaðurin vísir á, at hóast búskapurin í Kina er trupul í løtuni, vaks sølan av norskum laksi í Kina í fjør, soleiðis at samlaða nøgdin kom upp á 121.000 tons.
- Hetta hendir í einum ári, har innflutningurin av sjómati í Kina minkaði við fýra prosentum og innflutningurin rækjum, sum er størsta vøran í Kina, minkaði við sjey prosentum.
Sigmund Bjørgo er ovfarin av stóra vøkstrinum í sølu av norskum laksi í Kina, serliga í endanum av 2024.
- Mínar ábendingar í august í fjør vóru í mesta lagi ein vøkstur á átta prosent, men kortini gjørdist vøksturin fyri alt 2024 heili 12 prosent.
Hann vísir á, at vøksturin á kinesiska marknaðinum hevur hildið fram higartil í ár, og fyrstu tríggjar vikurnar av 2025 var Kina størsti laksakeypari hjá Noregi.
Sigmund Bjørgo ger eisini sínar metingar um, hvussu árið 2025 fer at roynast við norskum laksi í Kina, og her væntar hann, at vøksturin verður eini seks til átta prosent.
Sum skilst, vilja kinesarar serliga hava stóran norskan laks, sum verður fluttur loftvegis úr Noregi til Kina.
Myndina av Sigmund Bjørgo eigur Sjømatrådet.