Kinabrekkan verður klár til Ólavsøku

Og ein nýggj rundkoyring kemur

- Arbeiðið í Kinabrekkuni, sum upprunaliga var ætlað til at skifta út ta stóru betongfelagsleiðingina, er vorðið munandi meira umfatandandi enn upprunaliga ætlað. Í mun til upprunaligu ætlanina, eru fleiri aðrir leiðingsánarar, umframt kloakkdeildina, komnir við, hesir eru SEV, FT-Net, Fjarhitafelagið og Vatnverkið.
Var tað ikki so, at fjarhitaleiðingin kom niður í vegin nú, hevði tað verið neyðugt at grivið Kinabrekkuna upp aftur um fá ár, helst í 2020 ella 2021 eftir ætlanunum hjá Fjarhitafelagnum. 

 

Hetta skrivar Tórshavnar Kommuna á heimasíðuni í dag. 


Hetta hevur við sær, at Kinabrekkan verður fult dagførd, tá ið arbeiðið er liðugt. Samlaða arbeiðið umfatar:

- Nýggjan veg við gongu- og súkklubreyt.
- Nýggja Ø800 regnvatnsleiðing í norðara borði
- Nýggjar kloakkleiðingar í bæði borð
- Nýggj høvuðsleiðing til drekkivatnið
- Fjarhitaleiðing, sum eisini gongur nakað inn á Heygs- og Íslandsvegin (Fjarhitafelagið)
- Nýggjur háspenningskaðal (SEV)
- Partvís nýggjur telekaðal (FT-Net)
- Rundkoyring at tryggja vegamótini Landavegur, Íslandsvegur og Heygsvegur

 


- Talan er helst um stórstu dagføring av vegum og leiðingum í kommununi í nýggjari tíð. Seinasta stóra dagføringin var av Jóannesar Paturssonar gøtu, tó uttan fjarhita. Arbeiðið gerst drúgvari, tí serliga bussleiðin skal kunna koyra so gott sum alla tíðina. Arbeiðið hevur í veruleikanum gingið væl, hóast fólk kanska ótolnast. Men tíðarætlanin heldur, skrivar kommunan. 

 

 

Kommunan hevur eisini tosa við Heina Eysturoy um støðuna. Hann sigur, at status er, at allar leiðingar eru komnar í jørðina (ein lítil grevstur manglar enn á Heygsvegnum), arbeiðið at seta upp kantsteinar er í gongd og er um at vera liðugt í sunnara borði, sigur Heini Eysturoy, býarverkfrøðingur.

 


- Kinabrekkan sjálv verður liðugt asfalterað til Ólavsøku. Tá manglar bara at gera rundkoyringina, sum verður liðug í september, tí feria kemur ímillum. Samstarvið við grannar (Blindastovn, Tilhald, Grønlendingahús, Jarðarferðir o.l) , leiðingsánarar, ráðgevar, byggileiðslu og arbeiðstakara hevur gingið fyrimyndaliga væl. So hóast fólk hava hug at ótolnast, so mugu vit staðfesta, at ferðslutrýstið er ovurstórt, men neyðugt er at halda og dagføra vegir og leiðingar. Vit arbeiða støðugt vit at betra um kunningina, sum altíð kann verða betur. Tó so, at grannarnir hava verið væl kunnaðir, sigur Heini Eysturoy, býarverkfrøðingur við torshavn.fo