Kina: Japan hevur stolið okkara oyggjar

Kina leggur nú Japan undir at hava stolið tær umstríddu oyggjarnar í Eysturkinesiska Havinum.

-Japanska framferðin er ólóglig. Tað er ein søguligur veruleiki, at japanar hava stolið oyggjarnar frá Kina, tí Kina hevði ræðisrætt yvir oyggjunum frammanundan, segði kinesiski uttanríkisráðharrin, Yang Jiechi, á ST-aðalfundinum í nátt.

Orðini fullu, eftir at japanski forsætisráðharrin, Yoshihiko Noda, hevði sagt, at Japan fer ikki at gera nakra neyðsemju við Kina um oyggjarnar.

-Oyggjarnar eru ein fastur partur av okkara ræðisøki - bæði søguliga og sambært fólkarættinum, segði Noda.

Japan, Kina og Taiwan kanna sær oyggjarnar, sum eru óbygdar, og sum hava verið undir japanskari umsiting síðani 1895.