Sum næsta land í heimssøguni hevur Kina nú sett sítt flagg á Mánan - sløk 50 ár eftir, at fyrsta amerikanska flaggið varð sett upp á Mánanum.
Tað var í endanum av november í ár, at Kina skeyt út eina mannleysa mánarakett, Chang'e-5. Málið var at lenda á Mánanum og taka heim aftur við sær ein rundan mánastein á tvey kilo.
Tað eru liðin 40 ár, síðan nakar seinast hevði tilfar við sær heim aftur av Mánanum.
NRK skrivar, at í dag komu myndir av reyða kinesiska flagginum á Mánanum, og tað vóru kinesisku myndugleikarnir, sum sendu myndina út. Soleiðis, sum myndin vísir, stendur flaggið á einum stólpa.
Sambært BBC er myndin tikin í gjár.
Myndin kann ikki rættiliga samanberast við ikonisku myndina frá Apollo 11-ferðini í 1969, tá USA sum fyrsta land í heiminum setti fólk á Mánan, og Neil Amstrong segði nøkur vælvald orð.
Myndin av Buzz Aldrin á Mánanum í 1969 fer ivaleyst framvegis at vera myndin, sum fólk minnast - meira enn henda myndin, sum kinesisku myndugleikarnir nú hava sent út.
NRK skrivar, at síðan amerikumenn settu fyrsta flaggið á Mánan, eru fimm onnur amerikansk fløgg sett upp her, hitt seinasta í 1972.
Sambært myndugleikunum í Kina skal kinesiska flaggið heiðra amerikansku rúmdarferðunum, og myndugleikarnir siga, at flaggið varð sett upp, stutt áðrenn ómannaða rúmdarrakettin - Chang'e-5 - fór av aftur Mánanum.
Við sær á ferðini heim aftur á Jørðina hevur kinesiska rakettin yvirflatugrús og ein stein av Mánanum. Men, hetta er ikki fyrstu ferð, at ein kinesisk mánarakett er lend á Mánanum. Bæði Chang'e-3 og Chang'e-4 hava áður lent á Mánanum.
Men, eingin av hesum báðum rakettunum settu flagg á Mánan. Tað var hin 23. november í ár, at Kina skeyt mánarakettina - Chang'e-5 - upp, og nú er rakettin so á veg aftur á Jørðina við ymiskum gróttilfari av Mánanum.











