Kina avlýsir ætlaðar handilssamrøður við USA

Kinverki varaforsætisráðharrin skal kortini ikki hitta amerikanska fíggjarmálaráðharran í næstu viku, skrivar blað

Kinverki varaforsætisráðharrin skal kortini ikki hitta amerikanska fíggjarmálaráðharran í næstu viku, skrivar blað.

 

Kina hevur avlýst komandi handilsavtalur við USA og gjørt av ikki at senda varaforsætisráðharran, Liu He til Washington í næstu viku.

 

Tað sigur ónavngivin kelda við Wall Street Journal sambært fleiri altjóða tíðindastovum.

 

Tað var ætlanin, at varaforsætisráðharrin Liu He og ein kinverk handilsnevnd skuldi hitta amerikanska fíggjarmálaráðharran, StevenMnuchin, í Washington í næstu viku.

 

Á skránni var ein ætlan um at linka handilsstríðið millum londini, sum byrjaði í juli.

 

Fyrr í vikuni boðaði amerikansk forsetin Donald Trump frá, at USA frá 24. september leggur 10 prosent toll á kinverkar vørur fyri 200 milliardir dollarar.

 

Dagin eftir boðini frá Trump svaraði Kina, at landið fer at leggja toll á amerikanskar vørur fyri 60 millardir dollarar – eisini tann 24. september.

 

Tað er seinsta herðing av handilsstríðnum millum heimsins tveir størstu búskapir.

 

Frammanundan er eyka tollur á kinverkar førur fyri 50 milliardir dollarar. So tilsamans eru vørur fyri 250 milliardir dollarar raktar í handilsstríðnum.

 

Tað er nærum helmingurin av øllum vørum, sum Kina selur USA.

 

Stutt undan avlýsingini av handilssamrøðunum í næstu viku segði høgtstandandi embætis í Hvítu Húsunum, at USA er bjartskygt í stríðnum at finna eina loysn á stríðnum við Kina.

 

– Vit hava gjørt tað ógvuliga greitt á hesum fundum, hvat krevst, segði ónevndi embætismaðurin sambært Reuters.

 

– Eg er framvegis bjartskygdur um, at tað er ein positivur vegur fram. Forsetin ynskir eisini, at vit halda fram.

 

Treytað av at vera ónevndur segði embætismaðurin tíðindafólki í Hvítu Húsunum, at Trump-stjórnin ikki ætlar at skilja sundur amerinaksa og kinverku búskapirnar.

 

Hann vísti í sama viðfangi á, at amerikonsk virki tó velja at »flyta sínar veitingarketur«, um ikki kinverka stjórnin broytir kós.

 

/ritzau/