Tað var ein kvinnuligur politistur, sum skjeyt muslimska hermannin, ið gjørdist frá sær sjálvum hósdagin og drap 13 og særdi 30 í Fort Hood hernaðarstøðini í USA. Nidal Malik Hasan, majorur og sálarfrøðingur í amerikanska herinum, gjørdist hósdagin frá sær sjálvum og skjeyt rundan um seg og drap 13 fólk á heimsins størstu hernaðarstøð, Fort Hood stutt norðan fyri Dallas í statinum Texas. 12 vóru hermenn meðan hin seinasti var sivilistur.
Løgreglukvinnan Kimberley Munley var saman við makkara sínum nærhendis Fort Hood, tá boð um skjótingina komu, og tríggjar minuttir seinni vóru tey frammi. Munley konfronteraði Hasan, tá hann kom um eitt horn, og hon skjeyt hann fýra ferðir. Sjálv var hon rakt einaferð í beini.
Ovastin á Fort Hood, Løjnantgeneralurin Bob Cone rósti 30 ára gomlu Munley ? mamma at einari gentu ? fyri hennara óvanliga mót og áræði og segði, at soleiðis sum Munley reageraði, spardi uttan nakran iva fleiri mannalívum.
Kimberley Munley og Nidal Malik Hasan liggja nú á hvør sínari sjúkrastovu, Hasan í respiratori. Støðan hjá Munley er stabil, og hon tykist ikki at fáa mein av skotsárinum.
- Eg eri bara fegin um at eg livi. Eg sovni væl um kvøldarnar í vónini um, at eg havi gjørt ein mun í lívinum hjá onkrum menniskja, sigur Kimberley Munley sambært amerikanskum bløðum, eitt nú Dallas Morning News.










