Kilska hernaðarstýrið myrdi Palme

Ein nýggj bók vil vera við, at tað var ein leigudrápsmaður hjá kilsku trygdartænastuni, sum myrdi Olaf Palme fyrr 22 árum síðani Svenski tíðindamaðurin og rithøvundurin Anders Leopold skrivar í einari nýggjari bók, at tað var ein víðgongdur høgramaður úr Kili, sum myrdi svenska forsætisráðharran Olof Palme fyri 22 árum síðani.

Sambært bókini var tað tann nú 65 ára gamli Roberto Thieme, sum myrdi Olof Palme í Stockholm tann 28. februar í 1986.

Anders Leopold skrivar, at Roberto Thieme arbeiddi sum leigudrápsmaður fyri trygdartænastuna í Kili, og hann var í Stockholm, tá Palme bleiv myrdur.

Tá herurin í Kili koyrdi Salvador Allénde, forseta frá, loyvdu svensku myndugleikarnir nógvum vinstrasinnaðum úr Kili at búseta seg í Svøríki. Tað gjørdi, at Olof Palme kom á svarta listan hjá Pinochet-stýrinum.

Tað visti Palme, og hann váttaði tað eisini í samrøðu við Svenska Dagbladet í 1979.