Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel taka í Wonderino Arena í annaðkvøld klokkan 19.30 móti verandi meistarunum, Magdeburg í dysti í bestu týsku hondbóltsdeildini.
TV3 Sport, ið er millum rásirnar Televarpið bjóðar út vísir dystin. Sendingin byrjar klokkan 19.25.
Kiel er triðfremst í deildini við 26 stigum. Teir eru fýra stig aftanfyri oddaliðið, Melsungen. Magdeburg er nummar seks í deildini við 21 stigum, so talan er um týdningarmiklan dyst hjá báðum liðunum.
Kiel hevur ikki kroatiska liðskiparan, Domagoj Duvnjak tøkan. Domagoj Duvnjak stríðist við ein skaða hann fekk undir HM-endaspælinum, har hann og liðfelagarnir vunnu HM-silvur.