Vetrarskáin hjá Kringvarpinum er byrjað aftur, og eins og seinasta vetur er bilatátturin eitt fast innslag hvønn mikudag. Bilarnir hesa vikuna vóru Kia Ceed og Mercedes-Benz ML.
Koreanararnir tóku allan bilheimin á bóli, tá teir fyrr í ár komu á marknaðin við Kia Ceed við 7 ára garanti. Bilurin er gjørdur í Evropa til evropearar á eini av heimsins mest framkomnu bilverksmiðjum, sum Kia hava latið bygt í Slovakia.
Kia Ceed fær sera góð skotsmál frá evropeiskum motorjournalistum og t.d. 6 stjørnur frá FDM. Bilurin er sera væl gjørdur, og kvaliteturin merkist allan vegin ígjøgnum, bæði innan og uttan.
Bilurin, sum varð royndarkoyrdur, var ein við 1,6 litra motori við 122 hk og kostar 216.800. Prísirnir byrja annars við kr. 184.800. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Berg Motors á Hálsi.
Mercedes-Benz ML
Annar bilurin sum varð royndarkoyrdur var nýggjasta útgávan av Mercedes-Benz ML. Við hesum ML seta Mercedes-Benz nýggjan standard í sínum klassa.
Hóast hesin nýggi líkist forgangaranum, er hann faktiskt ein ein heilt annar og munandi betri bilur, bæði hvat komforti, koyrieginleikum og kvaliteti viðvíkur.
Eisini er hann vorðin størri og betri útgjørdur. Allar útgávurnar hava t.d. 7-trins 7G-Tronic automatgir sum standard og eina heilt nýggja framkomna 4x4 skipan.
Bilurin, sum varð royndarkoyrdur, var ein ML 280 CDI við 3,0 litur V6 CDI dieselmotori við 190 hk og einum snúningsmomenti upp á 440 Nm. Prísurin fyri hendan bilin er kr. 750.000 krónur. Annars byrja prísirnir fyri ein ML við kr. 690.000 fyri ein persónbil. Bilurin, sum eisini fæst eisini sum vøruvognur, kann síggjast og roynast hjá Ivan Johansen Bilum við Hoyvíksvegin.
Fróði Løksagarð stóð fyri sendingini, og bilaummælarar vóru Óla Jákup Rólantsson frá Vikublaðnum, Sofus Hansen, bilbyggjari, og Magnus Gunnarsson frá Sosialinum.