Kia er mest seldi bilur higartil í ár

Ársins fyrstu níggju mánaðir er Kia á odda sum mest seldi bilur í Føroyum.

Tað vísa hagtølini frá Akstovuni, sum hevur gjørt upp søluni ársins fyrstu níggju mánaðir.

 

Seldir eru higartil 228 nýggir Kia bilar. Á øðrum plássi kemur Toyota við 215. Toyota hevur selt flestar bilar í septembermánaði. Síðani kemur Volkswagen við 186 bilum.

 

Topp 10 listin fyri árið higartil sær soleiðis út:

 

KIA 228

 

TOYOTA 215

 

VOLKSWAGEN 186

 

FORD 165

 

HYUNDAI 157

 

VOLVO 148

 

MERCEDES-BENZ 104

 

RENAULT 96

 

BRENDERUP 85

 

SUZUKI 81

 

Topp 10 listin fyri september er hesin:

 

TOYOTA 22

 

KIA 19

 

VOLKSWAGEN 18

 

BRENDERUP 17

 

FORD 16

 

MAZDA 16

 

HYUNDAI 14

 

SUZUKI 12

 

MERCEDES-BENZ 10

 

AUDI 8