KÍ: Vænta at dysturin verður í dag

Enn eru norsku leikararnir hjá Bodø/Glimt, sum skulu spæla ímóti KÍ í kvøld klokkan 19, ikki komnir til landið.

 

– Enn vita vit ikki annað enn, at dysturin verður í dag, tí tey siga, at betri floglíkindi verða seinnapartin, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.

Norsku spælararnir skuldu koma í gjár, men fyrst varð fráferðin útsett og síðani avlýst.

Sambært norskum miðlum í gjár, so fara teir ikki avstað, uttan so, at teir fara úr Noreg í seinasta lagi klokkan 10, tí liðið skal spæla aftur leygardagin í norsku landskappingini. 

Tummas Lervig segði í gjár, at KÍ kundi liva við, at dysturin verður útsettur í ein tíma ella tveir. Men í morgun sigur hann, at tað sum hevur størstan týdning fyri KÍ er, at dysturin verður spældur – um tað verður í dag ella í morgin er so nakað, sum støða skal takast til. Men fyrr enn norska ferðalagið er komið til landið, so ber ikki til at staðfest nakað.

– Men vit vóna og vænta enn, at dysturin kann spælast í kvøld, sigur Tummas Lervig.

Bodø/Glimt vann fyrra dystin 3-0, og stórfavorittur at koma víðari. Helst vil venjarin hjá Bodø/Glimt, Kjetil Knutsen, gjarna fáa dystin avgreiddan eftir ætlan.