Conference League: KÍ fær ísraelskan dómara í Helsinki

Tað verður ikki tann mest altjóða royndi dómarin til alt avgerandi dystin KÍ fær í dystinum móti HJK Helsinki

Komandi hósdag klokkan 17 - klokkan 19 finska tíð - spælir KÍ alt avgerandi Play Off dystinum um at sleppa í deildarspælið í Conference League.

 

Dysturin verður á útivølli á Bolt Arena í Helsinki móti HJK Helsinki. Fyrri dysturin á Tórsvølli endaði við javnleiki 2-2.

 

Dysturin verður á graslíki, og tað vera 18-20 hitastig, so tað vera heilt góðar umstøður mett í mun til ræðuliga hitan í Banja Luka fyri 11 døgum síðani.

 

Tað verður ein ísraelskur dómari sum skal leiða uppgerðina millum HJK og KÍ.

 

Talan er um 33 ára gamla, David Fuxman.

 

David Fuxman hevur dømt altjóða dystir síðani 2021. David Fuxman hevur dømt ein kvinnulandsdyst, men annars bara dømt ungdómslandsdystir. Hann hevur dømt nakrar dystir í evropeiskum kappingum fyri felagslið. So tað er ikki tann mest altjóða royndi dómarin KÍ fær til alt avgerandi dystin í Helsinki.

 

17:00 GMT - Helsinki (Bolt Arena)

HJK HELSINKI (FIN) [2-2] KÍ KLAKSVÍK (FRO)

Dómari: David Fuxman ISR

Hjálpardómari 1: Omer Barbiro ISR

Hjálpardómari 2: Tuval Rahamim Koltunoff ISR

Fjórði dómari: Yo’av Avraham Mizrachi ISR

VAR dómari: Daniel Bar Natan ISR

VAR hjálpardómari: Nati Dotan ISR

UEFA dómaraeygleiðari: Nuno Alexandre Parreira de Castro POR

UEFA umboð: Duncan Fraser SCO