Keypt skip við ongum fiskidøgum

Meinhard Jacobsen hevur keypt ísfiskatrolararnar Nónhamar og Fjalshamar

Nónhamar og Fjalshamar hava seinastu árini verið á nógvum ymiskum hondum.
Jóhan Páll Joensen átti skipini í nøkur ár, til tey fóru undir hamaran. Eitt skifti átti felagið Christian í Grótinum skipini, sum síðan vórðu seld til Vestmanna, haðani Mortan Johannesen og Anfinn Olsen keyptu tey. Síðan átti Mortan Johannesen Nónhamar og Fjalshamar, og nú hevur felagið Nípan hjá Meinhardi Jacobsen keypt teir.
Trolararnir eru seldir við ongum fiskidøgum, bara veiðirættindum.
Meinhard Jacobsen vil ikki siga, hvørjar ætlanir hann hevur við hesum báðum ísfiskatrolarunum.