Keyparin gavst at keypa í februar í ár

Arbeiði liggur stilt í løtuni á Rækjuvirkinum hjá O.C. Joensen á Oyri, men stjórin, Sofus Poulsen, sigur, at farið verður aftur til arbeiðis eftir páskir at arbeiða tey 300 tonsini av ídnaðarrækjum sum júst eru keypt frá »Høgafossi« og »Artic Viking«

Árið í fjør hjá Rækjuvirkinum hjá O. C. Joensen á Oyri var eitt av teim vanligi árunum, og fekk virkið nakað tað sama av skeljum og rækjum sum undanfarin ár. »Norðheim« fiskaði 3760 tons av skeljum, sum longu eru seldar til Fraklands fyri ein miðalprís uppá 40 kr. kilo, og frá teim føroysku rækjutrolarunum keypti virkið um 4000 tons.

Keyptar verða bert rækjur frá teim føroysku rækjutrolarunum, tí av rækjunum frá trolarum úr øðrum londum skal ein tollur uppá 20% gjaldast og tá loysir tað seg ikki sambært stjóranum í O. C. Joensen, Sofus Poulsen.

Hampiligur prísur

Viðvíkjandi prísinum í løtuni á rækjum, sigur stjórin, at seinast selt varð, lá hann um 38 kr. kilo á minstu stødd og 45 kr. kilo á miðalstødd, men síðan februar í ár hevur einki verið selt, tí útlendski keyparin gavst at keypa tá.

Spurdur hví so er, sigur Sofus Poulsen, at hann veit ikki greitt at svara, men kanska er ein av grundunum tann, at so nógv er á goymslu.

Og arbeiðið hevur eisini ligið stilt á Rækjuvirkinum, men eftir páskir verður aftur arbeiði. Rækjuvirkið hevur keypt góð 150 tons av ídnaðarrækjum frá »Høgafossi« sum landar í Ný Funnalandi júst nú og herfyri keypti virkið umleið somu nøgd frá »Artic Viking« sum landaði í Havn.

Rækjurnar frá »Høgafossi« verða førdar í bingjum til Føroyar.


ES-krøv

Umframt keyp og sølu av rækjum og skeljum, sigur stjórin, at arbeitt hevur eisini verið á virkinum við at uppfylla nøkur ES-krøv.

Talan er um at gera ein nýggjan bygning, so skeljarnar, sum »Norðheim« leggur upp á bryggjuna koma undir tak beinanvegin. Hesin bygningur skal standa klárur at taka í brúk, tá vertstíðin er byrjað í august, sigur Sofus Poulsen.