Eftir fáum minuttum á føroyskari jørð, hevði Clinton prógvað, hví hann hevur so stórt fólkatekki. Hann er avslappaður og gevur sær góða tíð at práta við fólk. Í Vágum valdi fyrrverandi amerikanski forsetin at fara úr bilinum fyri at heilsa upp á mongu fólkini, sum vóru komin saman at bjóða Bill Clinton væl komnum.
Við útvarpið segði Clinton, at hann hevði kennt til Føroyar síðani hann gekk á universitetið, og at hann altíð hevði havt serligan áhuga fyri fjarskotnum økjum og teim lívskorum, sum fólk á slíkum støðum hava.
Eisini segði amerikanski forsetin, at hann kendi seg í familju við føroyingar, tí hann var av írskari ætt, og írar vóru fyrstu niðursetu fólk í Føroyum.
Tá Clinton kom til Havnar gav hann sær aftur góða tíð at práta við bæði høg og lág, áðrenn hann fór inn í Hotel Føroyar.