Kennir løg­mað­ur ikki stýri­s­skipan­­inarlógina?

Eitt má eg rósa løgmanni fyri. Hann hevur eini ein­­a­stand­andi evni til støð­u­gt at gera okkum bils­in. Kortini ikki altíð fyri tað jaliga, tíverri. Hes­­a­ferð snýr tað seg um ætl­an hans­ara at beina av­gerð­ir­nar um sam­­sýningar til lands­stýr­­is­fólk - og kanska eisi­ni løgtingsfólk - í enn eina óhefta nevnd.

Poul Michelsen, løgtingsmaður fyri Framsókn

Fyrst kunnu vit spyrja, hvussu nógv nevnd­ar­til­mæli vit skulu hava um hesi við­ur­skifti, og hvussu nógv skatt­gjald­ar­in skal gjalda fyri at fáa hesi viðurskifti av­greidd? Síðani Annfinn Kalls­berg í 2006 fekk løg­ting­ið at lóggeva fyri, at ein nevnd skuldi gera eitt tilmæli um løn­ir og samsýningar til lands­stýr­is­fólk, hava vit fing­ið ikki færri enn tvey til­mæli frá tveimum ym­isk­um nevndum. Tað seinna kom so seint sum í 2009 – tvs. í løgmanstíð núverandi løgmans – og fevndi um ikki færri enn 64 síður. Hvussu nógv­ar hundrað síður av til­mælum skulu til, áðrenn nøkur avgerð kann verða tik­in?
Tað, sum tíverri ó­rogv­ar enn meira við út­meld­ingum løg­mans um hesi við­ur­skifti, er at hann eftir øll­um at døma ætlar, at ein nýggj so­nevnd utt­an­hýs­is ó­heft nevnd skal taka avgerðir um løn­ir og sam­sýn­ing­ar til lands­stýr­is­fólk – og kanska eisi­ni løgtingsfólk.
Stýrisskipan Føroya ás­etur annars greitt í § 32 stk.2, at ”nærri reglur um set­ingarviðurskifti løg­mans og lands­stýr­is­manna verða ásettar í løg­t­ings­lóg.” Ætlar lø­g­mað­ur í staðin at geva eini nevnd hesa heim­ild, noyðist hann at fáa stýrisskipanina broytta. Tað er ikki sum at siga tað, tí tað krevur sam­tykt frá tveimum fylgj­andi løgtingum – tvs. við einum løg­tings­vali ímillum. Kenn­ir løgmaður ikki stýr­is­skip­an­ar­lógina?
Ella gloymdi hann bara at siga, at hann ætl­ar at geva hesi utt­an­hýs­is­nevnd­ini heimildarnar um nøk­ur ár ? Ella sigur løg­maður bara okkurt?
Skulu lønir og sam­sýn­ingar hjá løg­tings­fólkum og lands­stýr­is­fólk­um broytast, er tað bara løgtingið sum kann gera tað.
Í álitinum – sum nú ligg­ur í tinginum - sæst, at sam­g­ong­u­meirilutin í fíggj­ar­nevndini sleppur sær und­an at taka støðu í mál­inum og sendir mál­ið víðari til løgmann. Løg­maður vil heldur ikki eiga málið og sendir tað víð­ari til eina uttanhýsis nevnd at avgerða. So væl spæl­ir klaveri ikki harra løg­maður – tí hesum er ikki lógarheimild er fyri.
So um samgongan vil strika ella broyta sam­sýn­ingar lands­stýr­is­manna, er bara at sam­tykkja uppskotið, sum ligg­ur í tinginum ella boða frá, at uppskot um broyt­ingar er ávegis.
Alt annað er und­an­førsl­ur.