Kendur íslendskur fólkasangari til Føroya

Um tveir mánaðir kemur kendi íslendski troubadururin, Bubbi Morthens, til Føroya at hava konsert í Norðurlandahúsinum Bubbi Morthens hevur í mong verið sera vælumtóktur í Íslandi, men eisini hevur tónleikur hansara verið nógv spældur í Føroyum. Síðan hann gav út plátuna Ísbjarnablues í 1980, er hann komin við einum ótali av útgávum. Minst eina ella tvær plátur ella fløgur eru givnar út á hvørjum ári síðani. Bæði sum solistur ella saman við bólkum.

Millum bólkarnar, sum Bubbi Morthens hevur verið partur av, eru Bubbi & Rúnar, Bubbi & MX-21, Das Kapital, Ego og Utangarðsmenn. Seinasta útgávan hjá Bubba er ein DVD, sum hann hevur spælt inn saman við Reykjavíkar Stórbandi.

Mest kenda lagið í Føroyum er ivaleyst »Tað er gott at elska«. Eisini hevur Kári P føroyska onkran av sangunum hjá Bubba Morthens. Til dømis lagið »Tala við gluggan«, sum kom út á fløguni Hinumegin Ringvegin í 1992.

Konsertin í Norðurlandahúsinum verður leygarkvøldið 31. januar klokkan 19.30. Atgongumerki fáast á vanligu støðunum, upplýsir Norðurlandahusið.