Kendur rannsóknarmaður í Norðurlandahúsinum

Sunnukvøldið 22. apríl klokkan 19.30 fer kendi rannsóknarmaðurin, Tim Severin, at greiða frá ævintýrligum sjóferðum í Kyrrahavinum, Karibiska Havinum, Miðarahavinum og Norður Atlantshavinum. Myndir og videoklipp verða víst.

Tim Severin (f.1940) er enskur ævintýrari, søgufrøðingur og rithøvudur. Han hevur í livsskeiði sínum lagt seg eftir at endurskapa og royna fleiri av frásagnunum um fyrstu, stóru rannsóknarferðirnar í veraldarsøguni. Á ótrúðligum ferðum tvørtur um heimspartarnar hevur hann yvir land og hav elt slóðina hjá m.ø. Odyssus, Sinbad Sjófara, Sankta Brandan, Moby Dick og Gengis Kahn.

Á fleiri av sjóferðunum hevur føroyski listamaðurin Tróndur Paturrson (f.1944) luttikið. Saman hava teir m.a. siglt tvørtur um Altantshavið í húðabátinum Brandan. Sankta Brandan silgdi úr Írlandi til Ný Foundland áleið ár 520. Tim Severin hevur givið út bøkur um ferðir sínar og hevur fyri tær vunnið fleiri bókmentavirðislønir, eins og tilfar frá honum javnan verður prentað í National Geographic Magazine. Bókin The Brendan Voyage gjørdist eisini metsølubók og er umsett til 16 mál. Tróndur Patursson myndprýddi.

Seinnu tíðina hevur Tim Severin hegnisliga skrivað søguligar skaldsøgur. Í 2005 kom út fyrsta bókin í bókarøðini VIKING og seinastu avrik hansara er bókarøðin PIRATE.

Á fyrilestrinum greiðir Tim Severin frá, hvussu ævintýrligu ferðirnar í Kyrrahavinum, Karibiska Havinum, Miðarahavinum og Norður Atlantshavinum hava givið hugskot og íblástur til vælumtóktu bøkurnar. Myndir og videoklipp frá túrunum verða víst.