Kendur bjargingarmaður skal bjarga Everton

Premier League: Everton hevur sett Sean Dyche sum nýggjan venjara

Everton hevur sett Sean Dyche sum nýggjan venjara. Partarnir hava gjørt sáttmála fram til summar 2025. Sean Dyche er best kendur sum venjari hjá Burnley frá 2012 til 2022. Fleiri av hesum kappingarárunum vóru bjargingarroyndir í Premier League.

 

Sean Dyche tekur við eftir Frank Lampard, ið bleiv koyrdur í farnu viku. Everton er í stórum niðurflytingarvanda og hevur bara vunnið ein dyst av 14 teimum seinastu. Við 15 stigum er Everton ájavnt í stigum við botnproppin, Southampton. Tó eru bara trý stig upp til 14. plássið.

 

Sean Dyche hevur í fyrstu samrøðuni við Everton sagt, at hann vil hava tey mest grundleggjandi tingini at rigga aftur. Hetta er mangan verjuparturin og innsatsurin. Sky Sports skrivar, Everton hevur roynt at keypa Conor Gallagher frá Chelsea, men at hetta ikki fer at eydnast. Helst er ætlanin, at keypa onkran spælara til endaspurtin.

 

1Arsenal19162145:1650
2Manchester City20143353:2045
3Newcastle20109133:1139
4Manchester Utd20123532:2539
5Tottenham21113740:3136
6Brighton1994637:2731
7Fulham2194832:3031
8Brentford2079432:2830
9Liverpool1985634:2529
10Chelsea2085722:2129
11Aston Villa2084823:2728
12Crystal Palace2066818:2724
13Nottingham F.2056916:3521
14Leicester20531228:3518
15Leeds1946926:3318
16West Ham20531217:2518
17Wolves20451112:3017
18Bournemouth20451119:4217
19Everton20361115:2815
20Southampton20431317:3515