Kend fólk krevja hjálp til Afrika

Fleiri kendir einstaklingar, teirra millum Bob Geldof, Stephen Fry og Eddie Izzard, vilja hava heimsins leiðarar at hjálpa teimum nógvu hungursraktu í Eysturafrika. Kravið varð sett fram á einum fundi í Rom, har týðandi fólk úr øllum heiminum eru komin saman at tosa um, hvussu altjóða samfelagið kann bøta um ta sera álvarssomu kreppuna í pørtum av Eysturafrika.

-Meðan vit skriva hetta, líða meiri enn 11 milliónir fólk av teirri ringastu hungursneyðini í Afrika í mong ár. Tað er ófatiligt, at nakar skal doyggja í hungri í 2001. Tørvur er á 600 milliónum dollarum til okkara medmenniskju, stendur í einari fráboðan frá felagsskapinum One, sum stríðist ímóti fátækradømi, og sum U2-sangarin Bono hevur stovað.