Kemur Paul Watson til Føroya skal hann takast

GRINDADRÁP Kemur Paul Watson inn um okkara 12 fjórðinga sjómark, gangi eg út frá, at løgreglan tekur hann, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í uttanríkismálum

- Kemur Paul Watson til Føroyar í eini roynd at steðga grindadrápi, eigur løgreglan at handtaka hann.

So greiður er Jørgen Niclasen í morgunsendingini á Rás2.

Paul Watson hevur almannakunngjørt, at hann ætlar sær til Føroyar í summar at stríðast ímóti grindadrápi.

Landsstýrismaður í uttanríkismálum, staðfestir, at oddamaðurin í umhvørvisfelagsskapinum, Sea Shepherd, framvegis ikki hevur betalt eina bót upp á 300.000 krónur fyri hansara ágang á okkum, einaferð, hann var her fyri fleiri árum síðani.

- So kemur Paul Watson inn um okkara 12 fjórðinga sjómark, gangi eg út frá, at løgreglan ger sína skyldu og handtekur mannin, staðfestir Jørgen Niclasen.

- Skal hann ferðast frítt í Føroyum, skal hann betala bótina fyrst, leggur hann afturat.


Lív í vága

Men sjálvur er hann ikki so vísur í, at hann yvirhøvur kemur hendavegin, hóast hann hevur boðað frá tí.

Jørgen Niclasen vísur á, at Paul Watson hevur so ofta boðað so ofta frá, at hann kemur higar, uttan at hann ikki kemur kortini og endamálið við tí er at lokka fólk spýta pening í kassan hjá Sea Shepherd.

Sjálvur heldur landsstýrismaðurin, at størsti vandin við Paul Watson er, at hann fýrir ikki fyri at seta mannalív í vanda.

- Í so máta er hann vandamikil og tí liggur ein stór uppgáva á løgregluni, tá ið hann kemur.

- Løgreglan skal vera tilbúgvin at steðga harðskapi og forða fyri, at mannalív verða sett í vanda, sigur Jørgen Niclasen.

- Og eg gangi utfrá, at løgreglan er væl fyrireikað og forðar fyri, at tað kemur hartil, at Paul Watson kemur í eina støðu, har mannalív verða sett í vanda, leggur hann afturat.

Vit skulu ikki vera bangin


GRINDADRÁP Vit skulu ikki gera Paul Watson meiri dramatiskan og vandamiklari enn hann er, heldur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum


Áki Bertholdsen


Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, stúrir ikki so illa fyri, at Paul Watson er so skaðiligur fyri okkara umdømi úti í heimi, sum nøkur tykjast at halda.

- Paul Watson er rættiliga lágt í metum ímillum umhvørvisfelagsskapir, tí hann er meiri yvirgangsmaður enn hann umhvørvisstríðsmaður. Av tí sama taka aðrir umhvørvsfelagsskapir hann ikki í álvara og tað er mest í Føroyum og í Japan, at nakað serligt hoyrist til hann.

Tí heldur landsstýrismaðurin eisini, at vit skulu ikki stúra ov illa fyri okkara altjóða umdømi fyri tað um Paul Watson kemur higar.

- Vit skulu ikki vera bangin fyri honum. Men sjálvandi skulu vit vera fyrivarin og kemur hann higar, hava vit eina uppgávu at kunna umheimin.

Hann leggur afturat, at vit hava verið undirdíkt í grindamótmælum í eini 25 ár, men tað hevur ikki havt avleiðingar av týdningi fyri okkara útflutning.

- Blóðugar myndir eru farnar um allan heimin í yvir 20 ár, men vit hava megnað at upplýst, so at skaðin hevur verið øgiliga avmarkaður.

- Vit hava fingið líka góðan, ella betri prís, fyri okkara fisk, enn onnur hava fingið.

So tað hjálpir at kunna og tað tað stríðið hava vit vunnið, leggur hann afturat.


Ongin steðgur

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, er alt annað enn samdur við teimum sum halda, at vit eiga at steðga við øllum grindadrápi ímeðan Paul Watson er her.

Tvørturímóti mælir hann staðiliga frá, at vit halda grindasteðg ímeðan hann er her.

- Skulu vit steðga við grindadrápi, hvørja ferð onkur umhvørvisstríðsmaður kemur higar, kunnu vit vera púra vís í, at heilt nógv umhvørvisfólk fara at koma higar at steðga okkum.

- Tí skulu vit ikki leggja okkum fløt og geva eftir fyri trýsti frá umhvørvisfelagsskapum – og so slett ikki einum yvirgangskendum og lítið umtóktum umhvørvismanni, sum Paul Watston, ið ikki fýrir fyri at seta mannalív í vága, sigur landsstýrismaðurin.


Mugu ikki slaka

- Spurningurin um grindadráp er ikki ein spurningur um, hvat umhvørvisfelagsskapir halda um okkum, og so slett ikki, hvat ein sum Paul Watson heldur um okkum.

Tað heldur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í uttanríkismálum.

Hann sigur, at grindadráp er eina og aleina ein spurningur, sum vit sjálvi skulu taka støðu til. Og tað skulu vit gera út frá um tað er burðardygt ella ikki og um vit annars halda tað vera rætt.

- Og so er tað sjálvandi heilsufrøðiliga tilmælið um at grind er óhóskandi mannaføði tí tvøst og spik eru so illa dálkað.

Tað skulu vit taka í álvara, men har má hvør einstakur gera upp við seg sjálvum um hann ella hon vilja fylgja tilmælinum ella ikki.

- Vit skulu taka støðu til grindaráp alt eftir, hvat vit sjálvi halda vera rætt og ikki eftir, hvat onnur halda vera rætt, leggur hann afturat.

- Vit liva av havsins ríkidømi. Tað er ein rættur, vit skulu halda fast um og vit skulu ikki geva eftir fyri trýsti.


Størri vandi enn Watson

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, heldur, at hóast onki kann útihýsast, er hann meiri sannførdur um, at spurningurin um burðardygga fiskivinnu er ein størri avbjóðing fyri okkum enn Paul Watson er.

Tað er onki, sum bendir á, at grindadrápið fer at beina fyri okkara útflutningi.

Tað hava vit lítið merkt til øll hesi árini og hvørki Noreg ella Ísland hava heldur havt trupulleikar av hvalaveiðini.

Hann vísir á, at umframt Sea Shepherd, vóru tað eisini IWC og Greenpeace, sum stríddust ímóti grindadrápi, men hesir felagsskapirnir hava báðir tikið seg aftur úr stríðnum ímóti grindadrápi, so nú er bara Paul Watson eftir.

- IWC fæst ikki við grind longur og Greenpeace leggur seg ikki út í grindadráp so leingi tað er burðardygt, og tað er okkara grindadráp.

Landsstýrismaðurin viðgongur, at heilsuvandin við at eta grind, kann vera eitt argument hjá umhvørvisfelagsskapinum.

- So er spurningurin um umhvørvisfelagsskapirnir lata standa til, so at dálkingin heldur fram, men at tað skulu vera føroyngar, sum skulu betala prísin, ella um teir royna at steðga dálkingini, sigur landsstýrismaðurin.

Les eisini greinina: Brynja seg til at taka ímóti Paul Watson.

Les eisini greinina: Løgreglan brynjar seg