Keld Thorsen, ið er útbúgvin elektromekanikari, kom at starvast hjá Kone A/S í 1966. Hann kom fyrstu ferð til Føroya í 1973. Tá vóru einans 5 ella 6 lyftir í landinum. Tey fyrstu árini var hann bert tvær ferðir um árið í Føroyum, tá búði hann á Hotel Hafnia. Fyri 13 árum síðan fekk hann eina íbúð í Havn at búgva í. Seinnu árini hevur hann verið í Føroyum umleið 10 ferðir árliga, og verið her umleið 12 dagar á gangin. So hann hevur verið her ein stóran part av ár-inum.
Keld sigur, at broytingarnar hava verið ómetaliga stórar í Føroyum á øllum økjum. Tey fyrstu árini leigaði hann hýruvognar og koyrdi við teimum ymisku rutunum út á bygd. Tá vegasambandi bleiv betri og bilferjurnar komu, samstundis sum teir seldu meira lyftir, gjørdu teir av hava sín egna servicebil í Føroyum. Nú eru umleið 90 vanligar lyftir umframt eini 40 avlamislyftir í landinum. Kone A/S hava umleið 90 prosent av føroyska marknaðinum, og hava teir fastar serviceavtalur við síni viðskiftafólk. Arbeiðseftirlitið hevur eisini eftirlit við, at trygdin í lyftunum er í ordan.
Keld Thorsen, ið nú er 62 ára gamal, fer nú frá við eftirløn. Hann fegnast um, at Tórleiv Clementsen nú er settur sum fastur servicemaður í Føroyum. Honum hevur dámt væl í Føroyum, og hevur hann nógv vinfólk her. Í gjár var móttøka á Hotel Hafnia, har Keld Thorsen segði farvæl við síni viðskiftafólk. Á móttøkuni vórðu eisini tríggir danskir Kone-stjórar, sum eru komnir til Føroyar í hesum sambandi.
Kone, ið er ein Finsk fyritøka, er ein av størstu fyritøkum av sínum slagi í heiminum.









