Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur í Miðlahúsinum sigur í dag, at veðrið á Ólavsøku verður einki serligt.
Tað verður eitt lágtrýst yvir Føroyar allar Ólavsøkudagarnar, og tað viðførir, at tað allarhelst verður mjørki og regn ella sirm allar dagarnar.
Tað verður ikki so nógv regn, sum áður stúrt fyri, men tað fer allarhelst at sirma størsta partin av Ólavsøkuni.