KBH skal gera fundamentini á Svangaskarði

Arbeiðið hjá KBH fevnir um at gera fýra fundament til nýggu vallarljósini á Svangaskarði.

Fyrrapartin varð arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og byggifyritøkuna, KBH.

 

Súni í Hjøllum, borgarstjóri og Helgi Johannesen, stjóri, undirskrivaðu vegna partarnar.

 

Arbeiðið hjá KBH fevnir um at gera fýra fundament til nýggu vallarljósini á Svangaskarði.

 

Tveir arbeiðstakarar vórðu annars bodnir at geva tilboð, og Nes kommuna valdi at taka av lægra tilboðnum, sum KBH átti. 

 

Útgrevsturin fyri fundamentini hevur Falkon gjørt.

 

Herfyri varð arbeiðstakarasáttmáli eisini undirskrivaður við HD-El um veitan av nýggjum mastrum og ljósum.

 

- Vit hava havt fyritøkurnar, Spenn og SMJ, til ráðgeving, og Teknistovan í Gøtu fer at hava eftirlitið, siga tey í Nes kommunu í dag.

 

##med2##

 

Falkon hevur gjørt útgrevsturin fyri fundamentunum.