Kavbáturin farin avstað aftur

Klokkan 9 í morgun stundisliga legði norski kavbáturin Utsein frá landi í Klaksvík. Løtan var, sum tá teir størstu trolararnir fóru á langfaratúr í gomlum døgum. Nógv fólk vóru á bryggjuni og veittraðu farvæl, og bilar floytaðu á bryggjuni

Úr Klaksvík verður sagt, at kavbáturin royndi at floyta afturímóti, men floytan hjá honum var eitt sindur forkølað, kanska tí, at hon hevur verið so langt niðri móti havsins botni.
Kavbáturin legði leiðina til Havnar, har teir skuldu heilsa uppá Færøernes Komando og gera ymisk pappírsarbeiði, áðrenn kósin seinni í dag verður sett móti Noregi.
Manningin, sum flest øll er í 20-unum, var sera væl nøgd við vitjanina í Klaksvík. Teir kendu seg væl, og øll heilsaðu teimum vælkomnum. Manningin var takksom fyri hjartaligu móttøkuna, sum teir hava fingið frá øllum í Klaksvík.
Utstein er 60 metrar langur, máldur til 1.150 tons. Kavbáturin hevur 14 torpedoir og kann fara niður á góðar 200 metrar. Ferðin liggur um 22 míl.
- Utstein hevur heilt víst sett ein heilt serligan dám á Føroya Sjómannadag, eru klaksvíkingar samdir um.