Hóskvøldið skipaði Klaksvíkar Svimjihøll fyri serligum tiltaki, har fólk sluppu at royna seg sum kavarar og kajak-rógvarar. Høllin var á tremur við fólki, ið hugnaðu sær óført hetta kvøldið í Klaksvík. Uml. 25 fólk sluppa at royna seg sum kavarar. Fyrireikararnir Faroe-Dive siga, at alt fleiri fólk í Føroyum vísa áhuga fyri kaving sum frítíðarítriv.
- Orsøkirnar eru helst fleiri. Ein av høvðusorsøkunum er kanska, at fólk hava fingið eyguni upp fyri hvussu vøkur náttúran er kring okkara einastandandi oyggjar, verður sagt.
- Vónandi heldur hendan gongdin fram, soleiðis at enn fleiri verða kavarar og koma at kenna náttúruna enn betur bæði oman fyri og niðanfyri vatnskorpuna, siga fyriskipararnir av tiltakinum, Faroe-Dive.