Kaupthing átti fyrsta handilin

Stjórin í Kaupthing Føroyar var errin um, at teir í skrásetingini av Atlantic Petroleum hava verið partur av fyrstu útlendsku skrásetingini í Íslandi yvirhøvur

VMF

Út fyri fyrsta handlinum við partabrøvunum, sum eru merkt FO-ATLA, stóð Kaupthing Føroyar.
Tað er kanska ikki so løgið, at føroyska íleggjarafelagið á hendan hátt var við til at markera fyrstu føroysku skrásetingina á VMF. Men í júst hesum førinum hevur Kaupthing eisini havt ein leiklut sum annað enn bara ein virðisbrævahandlari.
- Vit hava verið partur av fyrireikandi arbeiðinum hjá Atlantic Petroleum í hesum, sigur Peter Holm, stjóri hjá Kaupthing Føroyar.
- Tað vil siga, at vit hava hjálpt til við teimum praktisku viðurskiftunum í skrásetingini, eins og vit eisini hava havt eina ráðgevandi funktión hjá felagnum í hesum. Tað er jú eitt sindur øðrvísi, enn tá bara skrásetur eitt smápartafelag her í Føroyum, tí tað eru hópin av krøvum, sum skulu uppfyllast, áðrenn ein slík skráseting kann fara fram.
Tit hava jú eitt sterkt bakland í Íslandi. Hevur tað ikki eisini verið ein fyrimunur í hesum arbeiðinum. Og er tað ikki lættari hjá tykkum at koma inn sum market-maker, enn tað vildi verið hjá onkrum ørðum føroyskum felag?
- Tað kanst tú kanska siga, tí í ávísan mun, so kenna aktørarnir á marknaðinum jú okkum. Sum market-maker er tað eisini okkara leiklutur at vera við til at áseta prísin, og tað krevur eisini, at marknaðurin hevur álit á tær.
- Og í øllum førum eru vit serstakliga fegnir um, at vit hava verið partur av hesi skráseting. Umframt at vera fyrsta føroyska skrásetingin á VMF, so er hetta eisini fyrsta útlendska skrásetingin á IEX yvirhøvur, og tað eru vit fegnir um at vera partur av, heldur Peter.

Hóast hann ikki hevur nakra funktión á virðisbrævamarknaðinum í, tá tosað verður um skipan og stýring, so hevur Peter Holm eisini átt sín leiklut í fyrireikanini av hesum. Og hann duldi ikki fyri, at talan var um eina stóra løtu, nú VMF av álvara læt dyrnar upp.
- Eg var við í byrjanini av hesum arbeiðinum í 1996 ella har á leið, og í nøkur ár var eg fast knýttur at hesum. Tá VMF so varð stovnað, vórðu uppgávurnar fyri tað nógva flutt yvir í nevndina, og tí er mín leiklutur ikki tann sami í dag. Men fyri tað nógva er talan kortini um somu persónar, sum í dag eru knýttir at VMF, og tað er einki at ivast í, at hetta er ein stór løta fyri okkum allar, helt Peter Holm at enda.