Katrin fekk ársins Rósu

Tað var Katrin Jacobsen, sum í skjótt eitt mannaminni hevur lagt lív og sál í Klaksvíkar Fimleikarfelag. Tað skrivar Norðlýsið.

 

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, handaði henni heiðurslønina, eina blómukurv, eina skál frá Mikalinu Glas og 15.000 krónur.

 

Ársins Rósa varð handað í samband við at jólaskipið kom til Klaksvíkar í gjár. Sum skilst var veðrið heilt einki serligt, men tiltakið eydnaðist tó væl.

 

Fleiri myndir eru at síggja á heimasíðuni hjá Norðlýsinum.