Fyrrverandi heimsmeistarin í talvi Garry Kasparov varð í dag handtikin uttan fyri dómhúsið í Moskva, tá hann mótmælti dóminum hjá teimum trimum Pussy Riot-kvinnunum. Tíðindastovurnar skriva, at nógv fólk vóru uttan fyri dómhúsið, og at løgreglan tók umleið 20 teirra.
Gary Kasparov skrivar á sínari Twittersíðu, at løgreglan fór illa við sær. Løgreglan sigur, at Kasparov gjørdi mótstøðu, tá hann skuldi takast.
Á Facebook skrivar tann gemli talvsnillingurin, at hann var ikki komin til dómhúsið at mótmæla, men at fylgja við málinum. Men hvussu er og ikki, so bleiv hann tikin og koyrdur í ein løgreglubil.