Karnevalur í staðin fyri skrúðgongu

Eystanstevna

 

Tað verða í fyrsta lagi ítróttarfólk, sum fara at ganga karnivalsgongu í Runavík fríggjakvøldið. Stevnunevndin hevur soleiðis gjørt av at taka væleydnaða tiltakið, sum fyrstu ferð varð roynt á eystanstevnu í fjør, uppaftur.

Heldur enn at hava skrúðgongu leygardag, hava fyriskipararnir gjørt av at endurtaka ”hittið” frá í fjør. Soleiðis verður stór karnivalsgonga, áðrenn stevnan verður sett fríggjakvøldið klokkan 20.

Farið verður av økinum við ítróttarhøllina í Runavík klokkan 19, og gingið verður heim á stevnuøkið, har ítróttarfólk fara at hava ymiskar framførslur.

Eisini verða maskottar og annað spennandi at síggja í skrúðgonguni, sum fyrireikararnir ikki vilja avdúka frammanundan.