Karl Løkin hevur skrivað undir

Miðvallarin verður aftur at síggja í Effodeildini eftir eitt hálvt ár í Næstved.

Karl Løkin, sum av persónligum orsøkum valdi at siga sáttmálan upp við Næstved í triðbestu donsku deildini, verður nú aftur at síggja í Effodeildini.


in.fo visti herfyri at siga, at tað var áhugi í Víkingi at knýta Karl Løkin afturat hópinum, men nú vísir tað seg, at hann hevur skrivað undir við grannarnar.

 

Les eisini: Karl gevst í Danmark


Tað er nevniliga ÍF, sum hevur skrivað undir sáttmála við Karl Løkin. Hetta er triðju ferð, at Karl skrivar undir við ÍF, og hesaferð er sáttmálin galdandi í tvey ár.


23 ára gamli miðvallarin spældi við ÍF kappingarárini 2010 til 2012 og síðani aftur tey fyrstu 17 umførini av kappingini í fjør, tá ið hann valdi at skifta til Næstved.


Karl hevur spælt 103 dystir fyri betsta liðið hjá ÍF. Hann sigur við heimasíðuna hjá ÍF, at tað vóru fyrispurningar aðrastaðni frá, men at hann ikki ivaðist, tá ið ÍF bjóðaði seg.