- Eg vænti ikki, at Rættarnevndin verður liðug at viðgera tunnilsmálið hesa vikuna.
Tað staðfestur Brandur Sandoy, tingmaður, sum eisini er limur í Rættarnevndini.
Rættarnevndin viðgerð ætlanina at gera privatan Eysturoyartunnil.
Tað hevur verið frammi, at er sáttmálin við privata felagið ikki undirskrivaður í seinasta lagi leygarkvøldið, skal landskassin rinda felagnum eina millión í endurgjaldið.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, forkvinna í Rættarnevndini, hevur tvíhildið um, at hendan freistin hevur onki at siga yvirhøvur fyri viðgerðina, tí nevndin ætlar at brúka ta tíð, ið krevst at viðgera málið út í æsir.
Hon hevur kortini ikki viljað sagt nakað um, antin tey vera liðug, áðrenn freistin er úti.
Men hinvegin væntar Brandur Sandoy ikki, at nevndin verur liðug hesa vikuna.
Enn er óvist, nær fundur verður aftur í Rættarnevndini og hann sigur, at tey hava tosað um at skriva eitt álit.
- Men vit eru ikki komin nærri einum áliti, sigur hann.
Hann sigur, at talan er um eitt stórpolitisk mál, sum tað kann taka drúgva tíð at finna semju um.
Eitt, sum ger semjuna torføra, er at undirtøka er ikki í samgonguni fyri einum privatum tunli og tískil má andstøðan hjálpa til.
Í hesum sambandi verður dyrgt eftir tingmonnunum í Sandoynni og fyri at fáa teir at atkvøða við einum privatum tunli, verður roynt at tengja ein Sandoyartunnil upp í.
Brandur Sandoy sigur, at roynt verður at finna eina politiska semju, sum ber í sær, at farast kann undir Sandoyartunnilin í 2015.
Men samstundis, sum tað ikki er semja í samgonguni um ein privatan tunnil, er tað heldur ikkis semja um at seta 150 milliónir av til ein Sandoyartunnil í ár og at økja um lánibyrðina hjá landskassanum til sama endamál.
Eisini Brandur Sandoy ger greitt, at Rættarnevndin fer ikki at lata seg trýsta av freistini leygarkvøldið.
- Rættarnevndin hevur einki við eitt møguligt endurgjald at gera. Tað er eitt mál, Kári P. Højgaard eigur, leggur hann afturat.