Kapprenning undir toppinum

Stóri dysturin í kvinnudeildini hetta vikuskiftið er í Havn, har Tjaldur kemur á vitjan hjá Neistanum

Hondbóltur

 

Saman við Neistanum hevur Tjaldur í ár verið liðið, sum hevur kappast við VB og Stjørnuna um plássið millum tey bæði fremstu, sum við kappingarlok skulu stríðast um FM-heitið.

Higar til hava bæði Neistin og Tjaldur verið eitt lítið vet ov stutt í hesi kapping, og tí er dysturin leygardagin rættiliga avgerandi hjá báðum pørtum.

Tjaldur hevur støðugt víst, at tær á einum góðum degi kunnu takast við øll tey fremstu, og við javnleikinum móti Stjørnuni seinast prógvaði Neistin, at eisini tær eru um at finna rætta stevið.

Fyrsti dysturin millum tey bæði liðini var í fyrsta umfarinum av kappingini. Ta ferðina endaði tað við javnleiki, og tí eru øll útlit fyri einum spennandi dysti á Hálsi leygardagin.

Sunnudagin er so aftur tveir dystir á skránni, men tá eru favorittleiklutirnir nakað meira sjálvsagdir.

Hóast Stjørnan ikki hevur havt tað so lætt seinastu tíðina, so skuldi StÍF á útivølli ikki givið nakrar trupulleikar. Og tað ger tað neyvan heldur hjá VB, sum hesa ferð tekur ímóti Kyndli.