Kappingin um fitnessfreaks økist

Um smáar tveir mánaðar – tann 1. oktober – letur eitt fitnesscenter aftrat upp í Havn. Talan er um Vælvera Fitness, sum framman undan hevur eina deild inni í Runavík.

- Vit skulu kappast upp á góðsku.
Tað sigur eigarin og leiðarin av Vælvera Fitness í Runavík, Rune Petersen.
Sjálvur hevur hann eina universitets útbúgving innan føðslu og venjing, eins og hann er útbúgvin coach.
- Tað er har, sum vit eru framman fyri okkara kappingarneytar. Vælvera Fitness í Runavík læt upp 1. oktober í fjør, so tað veður á ársdegnum, at nýggja deildin letur upp í Havn, sigur Rune Petersen.
Hann hevur merkt støðugt vaksandi áhuga hjá føroyingum at halda seg í form.
- Tað er ein trendur, sum er allastaðni, eisini í Føroyum. Hann kemur bara her nakað seinkaður, sigur Rune Petersen.
Vælvera Fitness í Runavík er væl vitjað, og hetta saman við vaksandi áhuganum hjá føroyingum at ansa eftir kroppinum hevur so gjørt, at Rune Petersen hevur gjørt av at lata eina deild upp á Heykavegi 6 í Havn.
Hevði tað ikki verið fyri stóra áhugan, hevði eg ikki farið undir enn eina deild, staðfestir Rune Petersen.
Sjálvur hevur hann drúgvar royndir innan fitness.
- Eg havi verið í bransjuni í 12 ár, og eg havi verið leiðari fyri stórum fitnesscentrum í Danmarki, áðrenn eg kom til Føroya. So eg havi góða barlast við mær í skjáttuni, sigur Rune Petersen.
Hann fer sum nevnt at leggja seg eftir at bjóða vnjingar á hægsta vísundaliga stigi.
- Allir mínir vanjarar fáa útbúgving frá viðurkendum útlendskum instruktørum, sum koma hendanvegin at undirvísa mínum starvsfólkum. Á tann hátt kunnu vit tryggja, at okkara kundar fáa tað allarbesta, sigur Rune Petersen.
Allar maskinur og øll útgerð er spildurnýggj. Hann hevur tó valt ikki at hava spinding (súklur) at byrja við, tí tann íløgan er so tung at fara undir.
- Eg havi tríggjar fysioterapeutar í starvi, so okkara kundar fáa alt tað besta, sum fitnessheimurin kann bjóða, sigur Rune Petersen.