Kappingarføri og flutningur

Tað var ein sera áhugaverd grein her í blaðnum í gjár, har ein fiskaútflytari ger vart við teir sera álvarsomu flutingstrupulleikarnar hjá út flutningsvinnuni. Viðkomandi útflytari, sigur, at tað eru tær fesku vørurnar, sum skapa dynamikk í prísinum. Hann leggur afturarat, at "tann dynamikkin hava vit ikki við teimum flutningsøguleikum, sum nú eru". Útflytarin, Leif Høj, vísir á, at tað, sum hevur eina størstan týdningin fyri kappingarførið, er, at vit fáa betri flutningsmøguleikar ímillum Føroyar og umheimin.

Útflytarin upplýsir, at fiskur, sum verður avskipaður í Føroyum mánadag, er ikki frammi á marknaðinum fyrr enn hósdag. Fiskur, sum verður avskipaður hósdag, er ikki frammi, fyrrenn mánadag, og fiskur, sum verður avreiddur týsdag, verður ikki frammi fyrrenn mánadagin. Á nógvum marknaðum kunnu føroyskir útflytarar sostatt bara lata vørur eina ferð um vikuna. Hetta er er eisini galdandi fyri okkara høvuðsmarknað fyri upsa og kongafisk, sum er tann týski marknaðurin. Tað er innlýsandi, at so vánaligar karmar kunnu vit ikki framhaldandi bjóða okkara høvuðsvinnu.

Tann, sum lesur nevndu grein, má spyrja, hví skilið er, sum tað er. Hetta er, sum nevndi útflytari sjálvur sigur: "burtur úr vón og viti og er ein stórur bági fyri kappingarførið". Hann leggur afturat, at bóru føroyingar seg rætt at, kundi avreiðingarprísurin á fiski verið munandi hægri, enn hann er nú. Leif Høj hevur eisini nøkur onnur áhugaverd sjónarmið uppá kappingarføri og tímalønir, sum vit venda aftur til í eini komandi oddagrein. Her skulu vit bert loyva okkum at vísa á, at hetta skilið við sera vánaligum flutningsmøguleikum kann ikki halda fram. Tað er hóskandi at minna á, at tann flokkur, sum nú hevur leiðsluna í landsstýrinum lovaði vinnuni nógv betri karmar og rúmari virkisræsur. Hetta sæst aftur í samgonguskjalinum við. Her má tí vend koma í. Flutningstrupulleikarnir hjá útflutingsvinnuni er eitt politiskt mál og eigur at verða loyst sum eitt politiskt mál ? og hetta mál hevur skund.
Sosialurin