Kappast um tey seks ára gomlu á Argjum

Ein kapping hevur tikið seg upp millum lærarar og ped­a­gog­ar um, hvør skal hava tey seks ára gomlu børnini, Dag­stovn­urin á Argjahamri ella nýggi forskúlin í Skúlanum á Argjahamri.

Tað vísir í øllum førum skriv­ing hjá formanninum í Før­oya Lærarafelag, Herálvi Jac­obsen, í Skúlablaðnum.

Hann heldur fyri, at Føroya Lærarafelag kanska átti at skipað eina kapp­ing við virðisløn til tann, sum í Skúlablaðnum finn­ur onkra niðurgering av dag­stovn­a­øki­n­um og starvsfólkunum har:

– Og virðislønin kundu sakt­ans verið høg, tí vit eru full­vís í, at eina slíka nið­ur­g­erðing av starvinum hjá ein­um, ikki ólíkum starvs­bólki, finnur tú ikki í málgagni Lær­ar­a­felagsins. Neyvan hevði tað verið líka skilagott hjá Pedagogfelagnum at skip­að slíka kapping, sigur Herálv­ur Jacobsen.

Hann sipar til eina grein á heima­síðuni hjá Føroya Peda­gog­felag.

At tað er kapping millum ped­a­gogar og lærarar – ella millum barnagarð og for­skúla, eru tað eisini onnur við­ur­skifti, ið benda á. Bæði Tórs­havn­ar kommuna og Skúl­in á Argjahamri lýstu við fundi fyri foreldur, sum var á Skúl­a­num á Argjahamri hós­kvøldið klokkan 19. Men tað var ikki einasti møg­u­leiki, sum foreldur at seks ára gomlum høvdu at kunna seg, tí Dagstovnurin á Hamr­inum á Argjum lýsti til fund­ar sama kvøld – men frá klokk­an 18 til 19.

– Vit halda okkum hava eitt óvuliga gott tilboð til henda aldursbólkin, sum vit ætla at halda fast um. Eitt til­boð, har børnini sleppa at spæla og eksperimentera seg til vit­an, uttan stívar karmar við møtiskyldu, har tey skulu und­irvísast. Vit vita, at børn í hes­um aldrinum læra best gjøg­n­um spæl, og vit síggja eisini, at børnini sjálvi søkja lær­ing­ina, tá tey eru til reiðar, sig­ur Annika Wenningsted Jac­ob­sen, leiðari á Dag­stovn­i­n­um á Hamrinum á Argjum við heima­síðuna hjá Peda­gog­fel­ag­num.