Kappast um at renna undan botninum

Felags fyri EB/Streym og Suðringar er, at liðini eru tvey stig frá niðurflytingarstrikuni

Suðringar eru aftur í dag norðanfyri og í Eysturoy. Hesa ferð er tað á Hólmanum á Eiði.

Felags fyri EB/Streym og Suðringar er, at bæði liðini hava tíggju stig og harvið eru tvey stig frammanfyri AB, ið er á níggjunda plássi.

Felags fyri bæði liðini er eisini, at tey síðsta vikuskifti taptu á útivølli, og at tað harvið í dag snýr seg um at reisa seg og økja um frástøðuna til botnin:

-Vónandi verður hugburðurin tann sami, sum hann var í Gundadali, tá ið vit taptu 1-0 ímóti HB. Men vit skulu vera meiri vaknir í verjupartinum, tí tað kostar at gera mistøk. At spælararnir eru nóg væl fyri, ivist eg ikki í, men vit hava verið óhepnir, sigur EB/Streyma venjarin Heðin Askham.

Tað er ivasamt, um miðvallarin Arnar Dam, sum er darvaður av knæskaða, verður førur fyri at spæla.

Miðverjin Oddur Á. Højgaard er tøkur aftur eftir leikbann.

 

Eftir fleiri góð avrik vóru Suðringar vónbrotnir eftir 2-0 tapið á Skála fyri einari viku síðani.

-Um vit skulu vinna úrtøku á Eiði, so er alneyðugt, at vit finna aftur til hugburðin, stríðsviljan og sjálvsálitið, sum vit ikki vístu á Skála. Fyri trimum vikum síðani vunnu vit spennandi uppgerð ímóti EB/Streymi á heimavølli. Tá var úrslitið 3-2, so vit hava gott mót, sigur Stefan Radosavljevic hjá Suðringum.

Rani Johansen og Teitur Krosslá Mortensen eru skaddir. Tað er eitt sindur óvist, hvussu tað verður við Milos Budakovic og Hera E. Kjærbo. Dánjal Godtfred er tøkur aftur eftir leikbann.