Kanska lívlangt bann

Jan Ullrich, sum eitt skifti varð roknaður sum størsta talentið innan súkkluítróttina, og sum eisini hevur vunnið Tour de France, kann nú fáa lívlangt bann frá súkkluítróttini. Sambært blaðnum, Focus, er schweisiska antidoping-nevndin í ferð við at fyrireika rættarmál, har endamálið er at banna týska Ullrich frá øllum funktiónum innan súkklingina. Hesa ferð tí hann skal hava átti sín lút í sponsku dopinggøluni, Operacion Puerto.