? Nú frykti eg fyri arbeiðssteðgurin verður drúgvur. ? Men tað er nógv, sum bendir á, at tað er júst tað, sum er tann veruliga ætlanin hjá Landsstýrinum.
Í gjáramorgunin var formaðurin í Starvsmannafelagnum, Gunnleivur Dalsgarð, rættiliga dapurskygdur um útlitini fyri at finna eina semju á sáttmálatrætuni ímillum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið.
Hann sigur at tvørturímóti, at tað er nógv sum bendir á, at tann veruliga ætlanin hjá Landsstýrinum er nettupp at arbeiðssteðgurin skal blíva langur.
? Støðan virkar eitt sindur fastlæst í løtuni, og tað er nógv, sum bendir á, at tann veruliga ætlanin hjá Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra, er at arbeiðssteðgurin skal verða drúgvur.
? Endamálið við hesi ætlanini er at útarma tey føroysku fakfeløgini, so at tey onki formáa sær í langa tí framyvir.
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at verða tey føroysku fakfeløgini útarmað, fáa fíggjarmálastýrið, og aðrir arbeiðsgevarar, frítt spæl í framtíðini at leggja til rættis, sum teir vilja, uttan at fakfeløgini eru ment at standa ímóti, og at verja løntakaran ímóti møguligum ágangi.
? Gunnleivur Dalsgarð leggur kortini afturat, at ein slíkur taktikkur hevði verið so ótrúliga ábyrgdarleysur av Karsten Hansen, at hann hveppir seg við at trúgva, at tað kann vera so vindandi galið.
? Men aftaná tað, um er hent, er tað kortini mín meting. at tða , at tað er nógv, sum ber á tað borðið, skoytir hann so uppí afturat.
Tað, sum fer hann at hava hendan illgrunan, er tað, sum er farið fram í seinastuni.
? Tá ið vit samráddust um tann seinasta sáttmálan í 1997, var tað rættiliga umráðandi hjá okkum at fáa í sáttmálan, at vit skuldu byrja samráðingarnar í ár í so góðari tíð, at vit skuldu hava stundir at tosa okkum væl og virðiliga til rættis, áðrenn semingsmenninir komu uppí.
? Men fíggjarmálastýrið drálaði so longi, at samráðingarnar komu ikki ígongd fyrrenn í síðstu løtu.
? Tí hendi tað, sum vit fryktaðu mest fyri, nevniliga, at samráðingarnar byrjaðu so seint, at vit aftur komu í ta støðu, at semingsmenninir máttu koma uppí.
Hann sigur, at tað kann væl hugsast, at fíggjarmálastýrið drálaði við vilja fyri at provokera til arbeiðssteðgin.
Er tað veruliga so, at tú tengir arbeiðssteðgin saman við fullveldisætlanini og at tú heldur, at hetta er ein langtíðar-taktikkur fyri at laga lønarlagið í Føroyum til fullveldið?
? Tað havi eg onga viðmerking til.
? Men eg haldi bara, at tað politiska tevið hjá landsstýrismanninum hevur verið heldur vánaligt.
? Líka mikið, um vit skulu hava fullveldi, ella eina aðra samfelagsskipan, er tað neyðugt at hava eina dygga, almenna umsiting.
? Og tað kann verða ómetaliga hent hjá landsstýrismanninum at hava fólk í umsitingini, sum hava ein positivan hugburð mótvegis sínum arbeiðsgevara.
? Ikki minst nú so avgerðandi, samfelagsligar broytingar eru á skránni, kundi tað verið sera hent hjá landsstýrismanninum at havt fólkið almennu umsitingini við sær.
? Tí skuldi hann heldur roynt at givið teimum eitt herðaklapp.
? Men soleiðis, sum hann ber seg at, er tað stórur vandi fyri, at hann fær tey ímóti sær ístaðin.
Men nú sigur hann, at tað fær ongin seg at gera lønarsáttmálar við so stórum lønarvøkstri, at hann verður noyddur at siga fólki úr starvi aftur?
? Hatta eru bara leysir pástandir, sum hann yvirhøvur onki grundarlag hevur fyri at seta fram.
? Okkara krøv eru ikki so órímilig.
? Tað einasta, vit biðja um, er at vit fáa ein lítlan part av framgongdini, sum hevur verið í samfelagnum og at vit fáa tað aftur, sum vit hava lænt Landsstýrinum í kreppuárunum, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Vit fingu ikki fatur á Karsten Hansen, áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár