UMMÆLI
Ein týðandi táttur í samfelagi okkara er at menna og kveikja ein áhuga fyri vitan og vísindi, serliga millum børn og ung. Góður og upplýsandi lesnaður til tey størru børnini, og til tey ungu er tí serliga umráðandi. Tað er á ungum árum, at grundarsteinurin mangan verður lagdur í okkara menning víðari. Mangan situr tað, vit lærdu sum størri børn serliga væl. Nærum eingin táttur í samfelagnum er tí meiri umráðandi enn fólkaupplýsing. Børnini og tey ungu eru aldursbólkur, ið hevur nógv tilboð. Tey eru opin og áhugað í mongum, m.a. í telduspølum, fartelefonum, Harry Potter bókum, filmum og tónleiki. Hesi eru von við nógvar sjónvarpsrásir og duga vanliga at rógva á alnótini, nógv betur enn tey flestu vaksnu. Føroya Skúlabókagrunnur skal tí, sum fólkaskúlin og aðrir stovnar annars, kappast við allar hesar miðlar, nú teir hava givið út hesar tríggjar bøkurnar: "Regnskógurin," "Havið" og "Rúmdin." 
Sólardýpið, dimmidýpið og myrkadýpið
- Havið.
Hetta eru litfagrar bøkur, og tað skal til. Góðskan er góð og týðingarnar eru sum heild sera væl frágingnar. Hetta eru vælegnaðar bøkur, um lærarar hava hugin at læra frá sær um t.d. havið. Taka vit bókina um havið, ið vit sum føroyingar kenna serliga væl. Stuttligt er at fáa eina mynd av myrkadjúpinum, ið er meiri enn 1000 metrar djúpt. Høgguslokkar og trøllafiskar liva á hesum dýpi. 
Vit kunnu lesa um okkara fantastisku bláu gongustjørnu, ið rúmar alt frá nærum ósjónligum æti, til royðurin (blahvalin), ið er heimsins størsta súgdjór. Vit fáa við myndum og teksti greitt frá, hvat ein fiskur er. Vit møta teim ótrúligu fiskunum, sum hin eitrandi tindafiskurin og hin lívshættisliga steinfiskin. Vit síggja havdrekar, puntasvínfiskar og ryggleysu djórini, sum hvalspýggjur. Myndir eru eisini av heimsins mest ræðandi hávi, hvíthávurin, av hamarshávinum og stórhvalum. 
Partar eru um sjókýr, sjófuglar, hummarar, havskjaldbøkur og stórar høgguslokkar. Eisini eru partar um havplantur, korallir, kópar og polarhøvini, har vit kunnu lesa um roysningar og pingvinir. At enda er partur um taraskógin og um havrannsóknir. Aftast er orðalisti, navnalisti og leitorð. Týðingina gjørdi Jørgin M. Árnason við Úlvsá. Upprunaheitið sigst vera "Rainforest", hetta er sjálvandi ein feilur, tí høvundin Samantha Gray, man hava kallað bókina "Ocean", ella "Oceans". Hetta er kanska ein hin besta av hesum trimum bókum.       
Millum tapirar, trø og tarantellar
- Regnskógurin.
Áhugavert er eisini at lesa í bókini "Regnskógurin", um henda kenda vakstrarform, ið bert finst í  7% av heiminum. Her er ein almenn læra um áir, skógbotnin, undirskógin, miðskógin og háskógin. Her eru fantastiskar myndir av sjáldsomum súgdjórum, skordjórini ýða og fagurlittir fuglar eru allar staðir. Her eru eisini ein ørgrynna av kjøtetandi plantum og t.d. rafflesiablóman, ið er størsta blóman í heiminum (1 metur í tvørmát), ið rýkur sum rotið rað. 
Í trækrúnunum eru apur, trækengurur og vakrir ervafuglar, sum t.d. apurænarin, ið er ørn úr Filipsoyggjunum, ið er av størstu ørnum í heiminum. Av tí meiri hættisliga slagnum, kunnu vit nevna slangur, eðlur og eiturørvafroskar. Onnur ikki so tespilig, men spennandi djór, eru flogmýs, ið drekka blóð. Nevnast kann, at maleisiski flogrevurin hevur eitt flog uppá 1,5 metrar. Og sjálvandi eru veiðueiturkoppar, sum purluthærda tarantellan og skordýraherðar av meyrum, termittum og hegnigar vespur. At enda snýr bókin seg um regnskógargransking, har vit síggja skordjóragranskarar, ið seta lív og heilsu í vanda, fyri at finna nýggj djórasløg. Vónandi kann slík bók menna og stimbra, ið Magni Joensen hevur týtt úr enskum, eftir Elinor Greenwood,  
Pluto, Vetrarbreytin, mánaferðir og um lív í rúmdini
-Í rúmdini og hví er himmalin bláur?
Pól Jespersen hevur týtt bókina: "Rúmdin" eftir Simon Holland ("Space"). Rúmdina kenna hvørki børn ella vaksin, eins væl og tey kenna skógir og havið. Vit kenna sjálvandi stjørnuhimmalin, ið vit kunnu eygleiða við berum eygum klár vetrarkvøld. Hetta er mest gátufulla økið í lívi okkara, og øll menniskju í heimssøguni hava kent seg lítil og hjálparleys, tá tey hugdu eftir stjørnunum. Úr ævigu tøgnini í rúmdini ferðast ljósið frá øðrum gongustjørnum til okkara. 
Vit kunnu lesa um støðu okkara egna gongustjørna hevur, og um t.d. tyngdarkraftina. Her er eisini nakað um stjørnufrøðiamboð, radioteleskop og um mánaferðir. Síðani fara vit spakuliga til Mánan og síðani til Sólina. Serliga áhugavert er at læra um sólarfylgið, t.v.s. um gongustjørnurnar: Merkur, Venus, Jørðina, Mars, Jupiter, Saturn, Uranus, Neptun, Pluto, ið mæla um seg sjálvar sum snurrutoppar ávegis rundan um sólina. Venus er huld í gassi og eitrandi sýru. 
Vit kunnu lesa um Mars og um Pathfinder, ið lendi har í 1997. Jupiter er størsta gongustjørnan. Hon er tríggjar ferðir størri enn jørðin. Hon er ein gasskempa, ið er av sama slag sum Saturn, Uranus og Neptun. Áhugavert er, at Galileo rúmdarfarið kom hagar í 1995. Saturn er stjørnan við ringunum, hendan hevur nógvar mánar eisini, við nøvnum sum Titan, Rhea, Lapetus, Diane, Enceladus, Mimas.
Serlig vandamál eru halastjørnur, stjørnuskot og smástjørnur, ið kunnu gata stór hol í gongustjørnur, sum vit hava sæð tað á Merkur, ið er full í stórum og smáum arrum, sum steinar úr rúmdini hava skapt, tá teir brustu niður á ýtuna á henni.  
Stjørnufrøði er spennandi vísindi, ið goymir nógv loyndarmál. Serliga, at stjørnur "liva lív sítt" og "doyggja". Hetta kemur eisini at henda vit okkara Sól, at hon kemur at kølna spakuliga og draga seg saman. 
Vit læra um supernovaspreingingar, vetrarbreytina og um svørt hol. Hetta eru stórir spurningar. Her er nógv vit kunnu læra og vita, men eisini eisini nógv loyndarmál. Hvussu uppstóð rúmdin, og jørðin. Var tað við einum braki "The big bang?" Ella er alt skapt í senn av einum Gudamátti? Hetta eru ævigir spurningar, sum religión og heimspeki eisini viðgera. Vit kunnu undra okkum yvir, at alheimurin veksur og veksur, og at eingin veit støddina av alheiminum. 
Seinasti parturin er um rúmdarferjur, rakettir, fylgisveinar og vit kunnu lesa um lívið í rúmdini, t.v.s. hvussu t.d. vektloysi ávirkar tey sum ferðast út í rúmdina. 
Henda bókin er hin mest forkunnuga av hesum trimum, tí um hetta øki kunnu vit ikki vanliga læra nakað serligt um í skúlunum. Tey ungu eru vand við rúmdina sum "veruleika", gjøgnum rúmdarfilmar, sjónvarpssendingar, ið mest bert gita um eina alfagra framtíð millum stjørnurnar. Hetta síggja vit í søgum og ævintýrum sum Star Wars, E.T. Aliens, Dune, 2001, Star Trek og í øðrum filmum.  
Tað besta við hesi bókini, er, at hon eisini hevur hentar netadressur við, har lesarin kann finna sær meiri vitan. 
Kanska er heimurin paradísið 
Eg havi roynt at víst einum í hesum aldrusbólkinum hesar tríggjar bøkurnar, og hann læt sera væl at. Sjálvur haldi eg júst tað sama. Eg havi sum heild tann regul, at dámar mær sjálvur læru-, skúla- ella barnabøkur, filmar ella telduspøl, so eiga børnunum helst at dáma hetta eisini. Sjálvandi er málbólkurin ringur at hugtaka í dag, men hetta er júst nakað, ið megnar at fóta sær í kappingini og kann tí spæla við. Her eru myndir av øllum, og lætt er at lesa tekstin. Hetta eru tríggjar bøkur, ið ikki bert eldri børn kunnu læra av, men fólk í øllum aldri kunnu fáa okkurt forkunnugt at vita. 
Eg havi altíð havt illgruna um, at millum stórhvalin á havsins botni, rósukoralldýr, sjónotufiskar, millum trægreinar og seigar klivplantur, parakitt papageykar og summarfuglar í Amasonas, finst eydnan fyri okkum menniskjum her á jørð. At hetta var paradísið, at kanska alheimurin við flogsteinum og halastjørnum var paradísið vit ongantíð sóu. 
Føroya Skúlabókagrunnur: "Havið", "Regnskógurin" og Rúmdin". Allar eru 48 blaðsíður við litmyndum í góðari góðsku. 72 krónur hvør.










