Legendariski Summar Festival-bólkurin Dynamit spælir á Vágsbøi í august.
Tað eru nú liðin trý ár, síðan Dynamit seinast spældi á Summar Festivalinum, men í august verður aftur høvi at uppliva Dynamit á Vágsbøi, har teir saman við áhoyrarum hava skapt nakrar heilt serligar løtur í føroyskari festivalsøgu.
Dynamit er festligur og glaður syngið-við tónleikur. Sangir sum Grøv nummar 13, Pápi tín býr ei í Tórshavn, Hví gongur Tom altíð skít, Ein vátur og kaldur drongur, Bangin og aðrir hava verið partur av minniligum konsertum á Vágsbøi, og nú er væl umtókti festivalbólkurin klárur til eina konsert afturat.
- Heimavøllurin hjá Dynamit er á Vágsbøi, og hugsa vit um tær fantastisku løturnar, vit hava havt saman við áhoyrarunum har, kunnu vit ikki annað enn gleða okkum til konsertina í august, sigur Niclas Heri Jákupsson, annar av sangarunum í Dynamit.
Tá Dynamit fer á pallin, er tað við fullari ferð og øllum okkara kendastu sangum.
- Bólkurin er kanska betri fyri enn nakrantíð, og vit fara at fyrireika okkum miðvíst til at geva fólk eina ógloymandi konsert á Vágsbøi, sigur Niclas Heri Jákupsson.
Manningin í Dynamit á Summar Festivalinum verður Niclas Heri Jákupsson, Hans Jacob Nystrøm, Ingi Isaksen, Erik Biskopstø, Jógvan Mørkøre, Mikkjal Hvannastein og Henning Nicodemussen.