Kanning um trivnaðin hjá teimum ungu í Klaksvík

Jógvan Kallsgarð, Cand.Sos.Krim, hevur kannað trivnaðin hjá 9. floks næmingar á Skúlatrøð í 2014, 2016 og 2018. Ungdómsgranskingin verður nú løgd alment fram

Í 2014 valdi Klaksvíkar kommuna at luttaka í ungdómsgranskingini, sum er samskipað av Rannsóknir & Greining í Reykjavík.

Í stuttum snýr henda gransking seg um at útvega kvalifiseraða vitan um, hvussu trivnaðurin hjá ungdóminum er. Eitt nú hvussu virkin tey eru í skipaðum frítíðarvirksemi, hvussu sambandið er við foreldrini, hvussu skúlatrivnað­urin er, hvussu teirra nýtsla av sigarettum, alkoholi og øðrum evnum er, og hvussu hesi tingini hanga saman og ávirka hvørt annað. Sostatt kann granskingin útvega viðkomandi og týðandi vitan um umstøður, virksemi og trivnað teirra.

Klaksvíkar kommuna heitti á Jógvan Kallsgarð, Cand.Sos.Krim at gera trivnaðarkanningina. Hósdagin 24. oktober klokkan 19 fer hann at greina og leggja úrslitini fram í Miðhøllini á Skúlatrøð.

Klaksvíkar kommuna skrivar, at um tað vísir seg at verða neyðugt, skuldi granskingin givið góðar fortreytir fyri at seta í verk neyðug og hóskandi inntriv fyri at betra um trivnaðin og stimbra menningina av ungdóminum í Klaksvíkar kommunu.