Í seinastu meiningakanning frá greiningarstovninum Voxmeter standa Moderatarnir til at fáa 9,2 prosent av atkvøðunum.
Danski Fólkaflokkurin stendur til at enda undir sperrumarkinum við 1,8 prosentum.
Konservativi flokkurin tódnar aftur og stendur til 7,7 prosent av atkvøðunum. Eisini Danmarksdemokratarnir missa ferð og standa til 7,4 prosent.
Kanningin er gjørd frá 16. til 18. oktober við svarum frá 1.008 umboðandi útvaldum persónum yvir 18 ár:
Reyði vongur – 87 sessir (48,9 prosent).
* Socialdemokratiet - 46 sessir (25 prosent).
* De Radikale - 10 sessir (5,3).
* SF - 17 sessir (9,1).
* Enhedslisten - 14 sessir (7,4).
* Alternativet - 0 sessir (1,6).
* Frie Grønne - 0 sessir (0,5).
Blái vongur - 71 sessir (41,8 prosent).
* Venstre - 27 sessir (14,7 prosent).
* De Konservative - 14 sessir (7,7).
* Danmarksdemokraterne - 13 sessir (7,4).
* Liberal Alliance - 10 sessir (5,7).
* Nye Borgerlige - 7 sessir (3,9).
* Dansk Folkeparti - 0 sessir (1,8).
* Kristendemokraterne - 0 sessir (0,6).
Onnur:
* Moderatarnir - 17 sessir (9,2).
Ein statistisk óvissa upp á 3,1 prosent er fyri reyða vong og 3,0 fyri bláa vong í kanningini.
Kelda: Voxmeter.
/ritzau/