Morðið á svenska uttanríkisráðharran, Onnu Lindh, hevur fingið norsku løgregluna at vísa trygdini hjá landsins fremstu politikarum nógv størri ans enn higartil. Tí hevur tann serliga trygdarløgreglan gjørt av at tosa við hvønn einstakan politikara, men løgreglan vil ikki siga, hvat hon ætlar.
Formaðurin í Arbeiðaraflokkinum, Jens Stoltenberg, sigur við norska útvarpið, at svenska løgreglan undirmetti eftir øllum at døma vandan, sum Anna Lindh var í upp undir fólkaatkvøðuna um evruna. Hann sigur, at hetta eigur at geva øðrum politikarum nakað at hugsa um, tí politikararnir mugu hava álit á metingunum hjá løgregluni. Tí fegnast hann um stigið hjá trygdarløgregluni.
Jens Stoltenberg sigur, at hann hevur onkuntíð kent seg illa, men at hann hevur ongantíð kent seg hóttan.