Í Kina halda granskarar, at summar slangur kenna á sær, nær ein jarðskjálvti er á veg. Tí hevur jarðfrøðistovnurin í býnum Nanning fingið sær nakrar slangur, sum eru undir eftirliti alt samdøgrið. Kinesisku kanningarnar byggja millum annað á royndir frá 1975, tá jarðfrøðingar kundu ávara um ein jarðskjálvta 24 tímar undan skjálvtanum, tí summi djór vístu løgnan atburð. Hildið verður, at djórini bjargaðu umleið 150.000 mannalívum ta ferðina.