Kanna nú hvussu Smyril kann sleppa undan at avlýsa túrar

Tað er ikki nøktandi at Norrøna sleppur at brúka atløguplássið hjá Smyrli í Havn til parkeringspláss, sigur landsstýrismaðurin

Nú verða kanningar settar í verk fyri at vita um tað ber til at broyta siglingina hjá Smyrli um fyri at sleppa undan, at hann avlýsir túrar so ofta, ella broytir ferðaætlan so ofta. Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

Í Løgtinginum í gjár reisti Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, málið um siglingina á Smyrli, nú fleiri túrar vórðu avlýstir í óveðrinum í farnu viku.

 

Tað var nógvur vindur, men tað var góð ætt, so tað vóru bestu líkindi at sigla. Og tað er ikki ílagi, at Smyril avlýsir, bara tí at hann ikki fær lagt at, tá ið tað annars annars er gott at sigla, sigur Jacob Vestergaard

 

Han heldur, at tað ber ikki til at Smyril skal noyðast at avlýsa túrar bara tí at tað er er so trongt innan fyri molan í Havn, at hann ikki kann fara inn í nógvum vindi.

 

Samstundis er tað ikki altíð, at hann kann brúka ferjuleguna á Krambatanga fyri vind.

 

– Reglusemi á Suðuroyarleiðini er týðandi fortreyt fyri at virka og búgva í Suðuroynni, og tí má alt gerast fyri, at avlýsingarnar verða so fáar sum møguligt.

 

Tí heldur hann, at landsstýrismaðurin eigur at finna alternativar havnir til Smyril, tá ið hann ikki kann leggja at á Krambatanga. Eitt nú kann Smyril brúka havnina á Tvøroyri ella fara á Vág, tá ið tað er ov nógvur vindur á Krambatanga.

 

Og norðanfyri eru fleiri góðan havnir, har Smyril kundi lagt at, tá ov nógvur vindur er í Havn. Runavík átti at verið ein góður møguleiki, tí nú er skjótt at koyra úr Runavík til Havnar.

 

Sama hvussu veðrið er, ber tað altíð til hjá Smyrli at leggja at onkustaðni, sigur Jacob Vestergaard.

 

Dennis Holm sigur, at í roynd og veru er hetta ein spurningur, tey hava tikið upp. Í hesum sambandi fara tey eisini at kanna um tað ber til at finna aðrar havnir til Smyril, tá ið tað ikki ber til at fara inn um molan í Havn, ella inn um molan á Krambatanga.

 

Hann sigur kortini, at tað er ógvuliga sjáldan, at tað er Krambatangi, sum er trupulleiki, tí aloftast er tað í Tórshavnar Havn, at trupulleikin liggur. Men tá ið trupulleikar eru á Krambatanga, kundi verið siglt á Vág.

 

Hann sigur kortini, at skal Smyril brúka alternativar havnir, kann tað elva til trupulleikar fyri ferðafólk til gongu, tí tað kann verða ein trupulleiki at útvega buss við stuttum skotbrái. Tað kann eisini elva til trupulleikar við farmaflutninginum.

 

Tí verður fyrst og fremst roynt at fáa betri sømdir í Tórshavnar Havn. Tað er serliga tá ið Norrøna er í Havn, at Smyril fær trupulleikar.

 

Men tað er ikki nøktandi at Norrøna sleppur at brúka atløguplássið hjá Smyrli í Havn, til parkeringspláss, sigur landsstýrismaðurin. Hann leggur afturat, at hetta eru mál, Strandferðslan er í samskifti við Tórshavnar Havn um.

 

Havnin á Tvøroyri varð bygd út í sambandi við at virkið hjá Varðanum varð  bygt. Tá var Strandferðslan eisini í samskifti við Tvøroyrar kommunu um at gera atløgupláss til Smyril, men tað varð ikki gingið á møti.

 

Annars hevur skiparin á Smyrli greitt frá, hví Smyril avlýsti í farnu viki. Les meiri her: Hetta er orsøkin til at Smyril ikki fær siglt í dag