Kanna føroyskar sjómenn, sum sigla í øðrum londum

Granskingadepilin fyri Samfelagsmenning er í samstarvi við Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið farin undir kanning við heitinum “Føroyskir sjómonnum, sum sigla í øðrum londum”

Kanning

Rógvi Nybo

Rogvi@sosialurin.fo


Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning er farin undir nýggja kanning. Tað fráboðar hann á heimasíðu sínari.

Nógvir føroyskir sjómenn sigla uttanlands, bæði sum fiskimenn, í handilsflotanum og innan frálandavinnuna. Teir flestu av hesum sjómonnum sigla undir sokallaðum netto-skattaskipanunum ella eru skattaðir í landinum, har teir sigla.

Hóast hesir sjómenn ikki rindað skatt í Føroyum ella bara partvíst rindað skatt í Føroyum, so forvinna teir tó fit av peningi, sum umvegis forbrúk verður settur í umferð í føroyska samfelagnum. Á hendan hátt hava hesir sjómenn týðandi ávirkan á føroyska búskapin.


Endamálið við kanningini er at fáa staðfest fleiri viðurskifti, sum hava við føroyskar sjómenn, sum sigla í øðrum londum at gera:

• Hvussu nógvir føroyskir sjómenn sigla í øðrum londum (og um gjørligt hvar)

• Hvussu stóra inntøkur hava hesir

• Hvussu er talið av sjómonnum broytt tey seinnu árini

• Hvussu er inntøkan broytt tey seinnu árini

• Hvørja ávirkan hava inntøkurnar hjá hesum sjómonnum á lands- og kommunalbúskapin


Kanningin kemur eisini at fevna um onnur arbeiðsmarknaðarviðurskifti.


Tað eru Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur og Dennis Holm, samfelagsfrøðingur sum vegna Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning standa fyri kanningini.


Úrslitið av kanningini fyriliggur um mánaðarskiftið august / september.