Enska Fótbóltssambandið boðar enn einaferð frá, at tey ikki vilja finna seg í útsagnunum, sum Sir Alex Ferguson ferð eftir ferð hevur sett fram móti dómarum. Hesa ferð eftir at Fergie geylaði eftir Martin Atkinson, sum dømdi dystin millum Chelsea og Manchester United sunnudagin. – Hann sær jú ikki nakað sum helst, segði Sir Alex um hendingina, tá Chelsea fekk frísparkið, sum førdi til einsamalla málið.









