Kann væl henda at løgtingslimir verða litblindir

Nú er farið at ridla undir semjuni í samgonguni um at seta flatan skatt í verk og at skatta pensjónir við inngjald.

Tað kom fram í Løgtinginum í gjár, tá ið fíggjarlógin fyri næsta ár var til viðgerðar.

Á Portalinum í morgun greiddu vit frá, at Jenis av Rana, formaður Miðfloksins í samgongu, staðfesti, at hann visti ikki, um hann fer at trýsta á tann grøna ella tann reyða knøttin, tá ið atkvøðast skal.

Eisini Eivin Jacobsen, tingmaðu sambandsfloksins, staðfesti, at heldur ikki hann veit, hvussu hann fer at atkvøða.

- Eg eri ikki litblindur, men tað kundi væl hugsast, at eg verði litblindur, tá ið trýstast skal á knøttin, segði hann.

Við hesum sipaði hann til, at hann visti ikki um hann fer at atkvøða fyri og trýsta á tann grøna knøttin, ella um hann trýstir á tann reyða knøttin og atkvøður ímóti.

Hann vísti á, at hvussu hann fer at atkvøða, veldst alt um, hvussu væl tað eydnast Fíggjarnevndini at rudda øll tey nógvu ivamálinum av vegnum, sum eru reist um hesar ætlanir.

Hann gjørdi greitt, at verður skattaskipanin løgd um, kann tað fáa álvarsligar avleiðingar fyri okkara samfelag, tí tað kann koma okkara kredittvirði í vanda, og at hetta er ikki eitt arbeiði, sum kann ristast úr ermuni upp á stutta tíð.

Hann helt annars, at skipanin um flatan skatt, kundi verið betri sett saman, tí tað má ikki henda, at skipanin fær slagsíðu.

Hann helt eisini, at skal skattaskipan broytast, eigur tað at verða gjørt við umhugsni og við so stórari undirtøku í Løgtinginum sum gjørligt.

- Tí mugu til eina og hvørja tíð vísa ábyrgd og finna semjur. Og hann legði dent á, at verður tað neyðugt, má skipanin eisini broytast.

Hann staðfestir eisini, at tá ið atkvøðast skal í málinum, má allur ivi verða ruddaður av vegnum.